Hvør skal søkja, tú ella starvsfólkið?
Fakfelagssáttmálar áseta vanliga, hvussu stóran part av farloyvistíðini, tú skalt rinda starvsfólkinum løn í. Alla, ein part ella onga. Hetta ger av, hvør tykkara skal søkja um barsilspening.
- Rindar tú starvsfólkinum løn alla farloyvistíðina, skalt tú søkja um at fáa lønina endurrindaða fyri alt skeiðið. Tá søkir bara tú, ikki starvsfólkið.
- Rindar tú starvsfólkinum løn ein part av farloyvistíðini, skalt tú søkja um tann partin av tíðini, ið tú rindar løn fyri, og starvsfólkið skal søkja um tann partin, har tú ikki rindar løn.
- Rindar tú onga løn í farloyvistíðini yvirhøvur, skal starvsfólkið søkja um allar vikurnar. Tá skalt tú onga umsókn senda, tí einki er at endurrinda.
Galdandi fakfelagssáttmálar
Galdandi fakfelagssáttmálar finnur tú á heimasíðunum hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag, Fíggjarmálaráðnum og Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum. Sí snarslóðir.
Ivast tú?
Ivast tú, um tú eigur at rinda løn og harvið skalt søkja um at fáa hana endurrindaða frá Barsilsskipanini, er best at spyrja fakfelagið hjá tær. Barsilsskipanin ráðgevur ikki um hetta.