Soleiðis søkir tú
Sum arbeiðsgevari søkir tú um barsilspening við at senda okkum eina umsókn upp á tað starvsfólkið, sum tú hevur rindað løn til í sambandi við barsilsfarloyvi. Finn umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um barsilspening, arbeiðsgevari." Fyll út og send við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Kunna teg annars um umsóknarviðurskifti niðanfyri. Les eisini undir snarslóðum: "Treytirnar fyri at fáa barsilspening".
Gev gætur, at hóast tú uppfyllir fleiri av treytunum niðanfyri og skalt senda inn ymisk skjøl, so skalt tú bara senda eina umsókn pr. starvsfólk.
4 vikur áðrenn mettan barnsburð
Saman við umsóknini skalt tú senda skjalprógv fyri mettan barnsburð, ið ljósmóðir, lækni ella kommunulækni hava váttað, ella skalt tú senda bræv um skurðviðgerð (keisaraskurð). Starvsfólkið fær skjalið til vegar.
8 vikur áðrenn mettan barnsburð
Legg læknaváttanina “Váttan um sjúku hjá barnakonu ella vanda fyri fosturskaða” saman við umsóknini. Starvsfólkið útvegar tær váttanina. Barsilsskipanin rindar fyri hana.
Eftir barnsburð
Send saman við umsóknini váttan um føðidag barnsins (føðifráboðan). Váttanin eitur "Fráboðan um barnsburð" og fæst á sjúkrahúsinum. Tað kann vera, at jarðarmóðirin sendi hana í samráði við starvsfólkið, tá ið barnið bleiv føtt. Tá er ikki neyðugt at senda eina ferð afturat. Spyr starvsfólkið um hetta.
Ættleiðing
Saman við umsóknini skalt tú leggja ættleiðingarváttan frá Ríkisumboðnum, sum vísir dagfestingina, tá ið barnið er ættleitt (móttøkudagfesting). Søkir tú um barsilspening fyri tíðina 4 vikur áðrenn móttøku, skalt tú skjalprógva dagfestingina, tá ið tú fórt eftir barninum. Hetta kann vera ein ferðaseðil. Starvsfólkið skaffar tær neyðugu skjølini.
Landsstovnar
Landsstovnar skulu umframt høvuðsumsóknina eisini fylla út ískoytisumsóknina "Ískoyti til landsstovnar" og leggja hana saman við umsóknini. Hon er at finna undir oyðubløðum. Legg eisini starvssáttmálin hjá avloysaranum saman við.
Er umsóknin ikki innlatin áðrenn hesa freist, missir tú rættin til barsilspening. Send tí sum skjótast. Umsóknin verður so viðgjørd, tá ið barsilsfarloyvið byrjar.
Manglar okkurt í umsóknini, senda vit tær bræv um at rætta tað. Rættingarfreistin er 14 dagar frá tí, at brævið kemur fram. Frætta vit ikki frá tær áðrenn hesa freist, fellur umsóknin burtur.
Tú hevur skyldu til at geva Barsilsskipanini boð um allar broytingar, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Til dømis lønarbroytingar, uppsøgn, arbeiði í farloyvistíðini o.s.fr.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt vanligt bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Barsilsskipanin kann krevja útgoldnan barsilspening aftur, um tú hevur givið skeivar ella ongar upplýsingar um umstøður, sum hava týdning fyri útgjaldið.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til barsil@taks.fo. Vit vegleiða fegin.