Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Útgjaldsupphæddin

Barsilsgjaldið verður roknað eftir miðal mánaðarligu a-inntøkuni hjá starvsfólkinum seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar. Mesta útgjald, sum tú kanst fáa, er 30.000 kr. um mánaðin. Hevur tú goldið starvsfólkinum meira enn tað um mánaðin, fært tú ikki aftur tað, sum fer uppum, og tú fært ongantíð meira, enn starvsfólkið hevur rætt til sambært reglunum.

Lógarásett arbeiðsmarknaðargjøld

Er miðal A-inntøkan hjá starvsfólkinum síðsta árið áðrenn barsilsfarloyvið hægri enn lønin frá tær, men ikki yvir 25.000 kr., verður eisini útgoldið fyri lógarásett arbeiðsmarknaðargjøld, ið hava samband við barsilsfarloyvið, t.e. gjøld fyri barsilsskipan, vinnusjúkugrunn, arbeiðsloysisskipan og arbeiðsmarknaðareftirløn. Rindað verður ikki fyri frítíð við løn, frítíðarískoyti og frítíðarløn, sum løntakarin vinnur rætt til í barsilsfarloyvinum sambært frítíðarlógini.

Lønarhækkingar

Hækkar lønin hjá starvsfólkinum í barsilsfarloyvinum, til dømis í sambandi við starvsaldur og sáttmálabroytingar, mást tú sum arbeiðsgevari boða Barsilsskipanini frá hesum.

Um tú ikki rindar fulla løn

Rindar tú sum arbeiðsgevari til dømis hálva løn í 48 vikur eftir barnsburð, kanst tú bert fáa hálva løn í 44 vikur frá Barsilsskipanini.

Arbeiði í farloyvistíðini

Fært tú barsilspening fyri starvsfólk, sum arbeiðir í farloyvistíðini, verður barsilspeningurin mótroknaður ella afturrindaður eftir rokning fyri teir dagar, arbeitt hevur verið. Lønarútgjalding út yvir 25.000 kr. um mánaðin ávirkar tó ikki barsilspeningin.

Um tit eru fleiri arbeiðsgevarar

Eru tit fleiri arbeiðsgevarar um at rinda løn til sama persón, sum er í barsilsfarloyvi, og røkkur barsilspeningurin ikki til fult endurgjald til hvønn tykkara, verður roknað soleiðis: mánaðarlønin í farloyvistíðini frá tær býtt við mánaðarlønini frá øllum arbeiðsgevarum í farloyvistíðini faldað við 25.000.

Útgjaldsdagar

Vanliga fært tú útgjaldið á kontu síðst í mánaðinum. Goldið verður afturút. 

Yvirlit yvir útgjaldsdagar sæst í kalendaranum á forsíðuni og undir snarslóðum.

Um tú vilt broyta kontunummar

Barsilsgjaldið verður flutt á kontuna, sum er upplýst í umsóknini. Vilt tú broyta nummarið, skalt gera tað áðrenn síðsta gerandisdag í útgjaldsmánaðinum. Tú kanst tó altíð broyta nummarið, men so kemur peningurin kanska ikki á nýggja kontuna fyrr enn næsta útgjald aftur.

Fráboðanarskylda

Tú hevur skyldu til at geva Barsilsskipanini boð um allar broytingar, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Til dømis lønarbroytingar, uppsøgn, arbeiði í farloyvistíðini o.s.fr.

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt vanligt bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Barsilsskipanin kann krevja útgoldnan barsilspening aftur, um tú hevur givið skeivar ella ongar upplýsingar um umstøður, sum hava týdning fyri útgjaldið.