Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
23. juni 2004

Broyting í løgtingslóg um barsilsskipan

Frá 1. juni 2004 komu ymsar broytingar í barsilslógini í gildi. Niðanfyri verða hesar broytingar í stuttum lýstar.

- Nú kann barsilspeningur í fyrsta lagi verða veittur frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð, og ikki sum fyrr upp til 13 vikur áðrenn barnsburð(sbrt. § 9).

- Hægstamarkið fyri barsilspeningi er nú 25.000 um mánaðin, og ikki sum fyrr kr. 35.000 um mánaðin (sbrt. § 13, stk. 1).

- 12% frítíðarløn verður nú rindað av barsilspeningi, tvs. at áðrenn barsilspeningur verður goldin tí einstaka, verður frítíðarlønin tikin av og flutt avvarandi løntakarafelag ella Frítíðargrunninum í varðveitslu til frítíðin skal haldast. (sbrt. § 14a).

- Arbeiðsgevarin kann nú umframt A-inntøkuna bert fáa endurgoldið lógaráløgd arbeiðsmarknaðargjørd, t.v.s. ALS-gjald, barsilsgjald, Arbeiðsmarknaðarlønargrunnin og Trygdargrunnin fyri avreiðingar og løn (sum í løtuni er 0 %).(sbrt § 15, stk. 2).

- Arbeiðsgevarin fær ikki endurrindað útreiðslur til frítíðarískoyti og frítíð við løn (sbrt. § 15, stk. 2).

-"Landsstovnar" fáa bert endurrindað løn undir barsil, um teir seta barnsburðaravloysara fyri tann, sum er farin í farloyvi (sbrt. § 15a).

Skiftisreglur
- Um løntakarin er farin í barsilsfarloyvi áðrenn 1. juni 2004 og tá hevði rætt til barsilspening, skulu “gomlu” reglurnar framhaldandi nýtast, til hetta farloyvið er av.

- Um løntakarin er farin í barsilsfarloyvi áðrenn 1. juni 2004, men ikki hevur rætt til barsilspening fyrr enn eftir 1. juni, skulu nýggju reglurnar nýtast.

- Um løntakarin ikki fer í barsilsfarloyvi fyrr enn eftir 1. juni, skulu nýggju reglurnar nýtast.