09. mai 2014
Broytingar í barsilslógini
Í gjár, 8. mai, vórðu tvær lógarbroytingar til barsilslógina endaliga samtyktar í Løgtinginum. Lógarbroytingarnar koma í gildi dagin eftir, at tær eru kunngjørdar, og snúgva seg m.a. um, at barsilsfarloyvið verður longt.
Tað er Vinnumálaráðið, sum varðar av løgtingslóg um barsilsskipan, og arbeiðir Vinnumálaráðið í løtuni við einum uppriti, sum lýsir avleiðingarnar av lógarbroytingunum. So skjótt TAKS hevur fingið hetta upprit, verður kunnað nærri um avleiðingarnar av lógarbroytingunum á heimasíðunum barsil.fo og taks.fo.
Broytingaruppskotini eru løgtingsmál nr. 126/2013 og løgtingsmál nr. 148/2013.