Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
22. mai 2008

Broytingar í løgtingslóg um barsilsskipan

Løgtingið samtykti 8. mai í ár ymiskar lógarbroytingar í Barsilsskipanini.

Øll, sum ætla sær at nýta teirra rætt sambært broyttu lógini, skulu útfylla eitt oyðublað og senda tað aftur til Barsilsskipanina skjótast gjørligt. Tú finnur oyðublaðið undir "Umsóknarbløð" í teiginum til vinstru.

Nær koma broytingargar í gildi?
Løgtingslógarbroytingin kemur í gildi 1. juni 2008. Eingin skiftisskipan er ásett í lógini. Tað merkir, at øll, sum hava rætt til barsilsfarloyvi við barsilspeningi 1. juni ella seinni, eru fevnd av broytingunum, meðan tey, ið ikki hava rætt til barsilsfarloyvi við barsilspeningi 1. juni ella seinni, ikki verða fevnd av broytingunum.

Farloyvi við barsilspeningi longt
Farloyvið hjá mammuni eftir føðing er við hesi broyting longt við 6 vikum. Hetta merkir, at mamman hevur rætt til 30 vikur sambært nýggju ásetingini.

Mælt verður foreldrum, ið ætla sær at vera í farloyvi longri enn áður ætlað, at kunnað arbeiðsgevaran um hetta.

Pápin rætt til 4 vikur
Pápin at barninum hevur við nýggju broytingunum nú rætt til 4 vikur, ið hann kann taka saman við mammuni ella aftaná, at mamman hevur tikið sínar 30 vikur.

Foreldrini kunnu avtala, at pápin letur 2 vikur av teimum 4 vikunum, ið eru avsettar til pápan, til mammuna. Hetta merkir, at mamman kann fáa 32 vikur barsilsfarloyvi við barsilspeningi, og pápin 2 vikur, ið skulu takast innanfyri 34 vikur eftir føðing.

Í teimum førum har pápin longu hevur tikið 2 vikur barsilsfarloyvi við barsilspeningi sambært verandi ásetingum í lógini, kunnu foreldrini nú avtala, at pápin ella mamman fær 2 vikur afturat.

Einsamøll/einsamallur
Eru tygum einsamøll ella einsamallur við barninum, ber til at fáa barsilsfarloyvi hjá hinum foreldrinum lagt afturat tínum barsilsfarloyvi. Hetta hevur tó við sær, at hitt foreldri, ið ikki er um barnið, missir tann partin av barsilsfarloyvinum við barsilspeninginum.

Nærri kunning
Eru ivamál, ert tú vælkomin at ringja til Barsilsskipanina á tel. 35 35 55 ella koma inn á gólvið hjá okkum á Smyrilsvegi. Til ber eisini at senda teldupost, barsil@barsil.fo