Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
15. mai 2024

Framyvir verður barsilsgjaldið útgoldið síðst í mánaðinum

Barsilútgjaldið er nú broytt soleiðis, at tað fylgir øðrum lønarútgjaldingum, tað vil siga at útgjaldið fyri mai, verður útgoldið síðst í mai, útgjaldið fyri juni verður útgoldið síðst í juni mánað o.s.fr. (Tað er triðsíðsti arbeiðsdagur í mánaðinum).

Broytingin kemst av at barsilsgjaldið ikki hevur fylgt øðrum lønarútgjaldingum og hevur tí heldur ikki fylgt gjaldsfreistum hjá foreldrum, sum fara í barsilsfarloyvi, t.d. við húsalánum og el-rokningum.