Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
28. juni 2004

Frítíðarløn av longu veittum barsilspeningi

Tann 21. juni 2004 fekk Barsilsskipanin endalig boð frá Vinnumálaráðnum um at rinda út frítíðarløn av veittum barsilspeningi, síðani Barsilsskipanin varð sett á stovn í juni 2001.

Barsilsskipanin arbeiðir í løtuni við endaligu teknisku tillagingunum í sambandi við útgjaldingina, og væntandi verður klárt at rinda út til løntakarnar um miðjan juli. Síðani verður farið undir at fyrireika útgjaldingina av frítíðarløn og útreiðslum til frítíð við løn til arbeiðsgevarar. Sambært boðunum frá Vinnumálaráðnum fáa Landsstýrið og stovnar undir landsstýrinum tó ikki endurrindað frítíðarløn og útreiðslur til frítíð við løn.

Barsilsskipanin rindar frítíðarlønina av sínum eintingum, t.v.s. at tann einstaki løntakarin og arbeiðsgevarin nýtist ikki at lata Barsilsskipanini formliga umsókn hesum viðvíkjandi.