Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
01. juli 2024

Hámarkið fyri barsilspening hækkar

1. juli hækkar hámarkið fyri barsilspening úr kr. 25.000 upp í kr. 30.000 um mánaðin. Fyri tey, sum hava rætt til hægri barsilspening, hendir hækkingin sjálvvirkandi, og nýtast foreldur og arbeiðsgevarar tí einki at gera. Bæði tey, sum eru í barsil og tey, sum søkja eftir 1. juli, eru umfataði av broytingini.