Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
02. juli 2004

Kunngerð um kærunevnd hjá barsilsskipanini

Við gildi frá 24. juni 2004 er kærumyndugleikin viðv. Barsilsskipanini broyttur.

Avgerðir hjá Barsilsskipnini kunnu tí ikki longur kærast til landsstýrismannin í vinnumálum, men harafturímóti til eina 3-manna kærunevnd, umboðandi løntakarar, arbeiðsgevarar og ein formann, ið skal verða løgfrøðingur.

Kærufreistin er framvegis innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið fráboðan um avgerðina.

Adressan hjá kærunevndini er:

Kærunevndin fyri Barsilsskipanina, postsmoga 106, 110 Tórshavn.