Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
09. november 2016

Kunning til foreldur viðv. kæruavgerð um barsilspening

Í desember í 2013 gav Kærunevndin hjá Barsilsskipanini kærara viðhald í kærumálið, har kært var um, at Barsilsskipanin hevði goldið einum foreldri ov lítið í barsilspeningi. Avgerðin hjá Kærunevndini merkir, at nøkur av teimum foreldrum, sum vóru í barsil í tíðini frá frá 2. des. 2008 og fram til 23. mai 2014, hava fingið ov lítið goldið í barsilspeningi.

Avgerðin viðkemur foreldrum, sum eru fevnd av øllum fylgjandi viðurskiftum.

  • Tey vóru í barsil í tíðarskeiðinum frá 2. desember 2008 til 23. mai 2014
  • Miðal A-inntøkan fyri útrokningargrundarlagnum av barsilspeninginum var omanfyri 25.000 kr. um mánaðin
  • Tey vóru í barsil, har barsilin antin byrjaði og/ella endaði inni í einum mánaði

Hesi kunnu nú fáa írestandi barsilspeningin goldnan frá Barsilsskipanini. Barsilspeningurin hjá øllum øðrum er rættur.

Til ber at søkja um at fáa barsilspeningin útgoldnan við at fylla út eitt serligt umsóknarblað.

Kannað um ein er fevndur av kæruni:

Løntakarar: Um tað stendur “avmarking vegna hámark” á lønarseðli fyri tíðarskeið frá 2. desember 2008 til 2. desember 2013, er ein fevnd/ur av kæruni.

Arbeiðsgevarar: Um tað stendur “avmarkað endurgjald” á flytingarlista fyri tíðarskeið frá 2. desember 2008 til 2. desember 2013, er ein fevnd/ur av kæruni.

Peningurin verður útgoldin soleiðis

Tað er ymiskt, hvussu tey, ið eiga barsilspening til góðar, fáa hann útgoldnan:

Tíðarskeiðið 2. desember 2013 til og við 23. mai 2014
Tey, ið fingu barsilspening útgoldnan hetta tíðarskeiðið, skulu einki gera. Hesi fáa írestandi barsilspeningin sjálvvirkandi síðst í 2015/fyrst í 2016.

Tíðarskeiðið 2. desember 2008 til 1. desember 2013
Tey, ið fingu barsilspening útgoldnan hetta tíðarskeiðið, skulu søkja Barsilsskipanina um at fáa sítt mál viðgjørt av nýggjum..

Tíðarskeið frá 24. mai 2014 og framyvir
Tey, ið sum fingu barsilspening hettar tíðarskeiðið, eru ikki umfataði av kæruavgerðini .

Tann 24. mai 2014 varð lógin um barsilsskipan broytt soleiðis, at útrokningin av barsilspeninginum nú samsvarar við upprunaligu tulkingina hjá Barsilsskipanini.

Eitt sindur meira um kæruna

Kærumálið snúði seg um, hvørt Barsilsskipanin hevði heimild at avmarkað útrokningargrundarlagið, í teimum førum har tað var hægri enn 25.000 kr., ið er hámarkið fyri barsilspening sambært §12 í lógini um Barsilsskipan.

Kærunevndin metti ikki, at lógin var nóg greið og harvið var tulking og praksis higartil hjá Barsilsskipanini mett at verða ivasom. Kærunevndin metti, at hettar átti at koma kæraranum til góðar.

Avgerðin hjá Kærunevndini røkkur 5 ár aftur i tíð.