Kunning til foreldur viðvíkjandi kæruavgerð um barsilspening
Í desember í 2013 gav Kærunevndin hjá Barsilsskipanini kærara viðhald í kærumálið, har kært varð um, at Barsilsskipanin hevði goldið einum foreldri ov lítið í barsilspeningi. Avgerðin hjá Kærunevndini merkir, at nøkur av teimum foreldrum, sum vóru í barsil í tíðini frá frá 2. desember 2008 og fram til 23. mai 2014, hava fingið ov lítið goldið í barsilspeningi.
Avgerðin viðvíkur foreldur, sum eru fevnd av øllum fylgjandi viðurskiftum:
- tey vóru í barsil í tíðarskeiðinum frá 2. desember 2008 til 23. mai 2014,
- miðal A-inntøkan fyri útrokningargrundarlagnum av barsilspeninginum var omanfyri 25.000 kr. um mánaðin,
- tey vóru í barsil, har barsilin antin byrjaði og/ella endaði inni í einum mánaði.
Barsilspeningurin hjá øllum øðrum er rættur.
Barsilspeningur fyri barsil í tíðarskeiðinum frá 2. desember 2013 til og við 23. mai 2014 er útgoldin sjálvvirkandi, men barsilspeningur fyri tíðarskeiðið frá 2. desember 2008 til og við 1. desember 2013 skal søkjast um. Tey, sum hava fingið barsilspeningin sjálvvirkandi, hava eisini fingið útgoldið fyri eldri barsil, um tey vóru fevnd av kæruni.
Arbeiðsgevarar, ið eru umfataðir, og sum ikki eru Landsstovnur, senda teldupost við upplýsing um navn og føðidag hjá starvsfólki, ið teir fingu barsilspening fyri, til barsil@taks.fo.
Løntakarar skula senda umsókn. Umsóknarblaðið kann heintast her. Umsóknarfreistin er 1. juli 2017.
Upphædd undir kr. 200 verður ikki útgoldin.
Kannað um ein er fevndur av kæruni
Løntakarar: Um tað stendur “avmarking vegna hámark” á lønarseðli fyri tíðarskeið frá 2. desember 2008 til 2. desember 2013, er ein fevnd/ur av kæruni.
Arbeiðsgevarar: Um tað stendur “avmarkað endurgjald” á flytingarlista fyri tíðarskeið frá 2. desember 2008 til 2. desember 2013, er ein fevnd/ur av kæruni.
Eitt sindur meira um kæruna
Kærumálið snúði seg um, hvørt Barsilsskipanin hevði heimild at avmarkað útrokningargrundarlagið, í teimum førum, har tað var hægri enn 25.000 kr., ið er hámarkið fyri barsilspening sambært §12 í lógini um Barsilsskipan.
Kærunevndin metti ikki, at lógin var nóg greið, og harvið var tulking og praksis higartil hjá Barsilsskipanini mett at vera ivasom. Kærunevndin metti, at hetta átti at koma kæraranum til góðar. Lógin varð broytt 24. mai 2014.
Avgerðin hjá Kærunevndini røkkur 5 ár aftur i tíð.