Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
03. mai 2018

Lestrarstudningurin verður inntøkujavnaður

Tíðindaskriv frá Studna

Lestrarstudningurin verður inntøkujavnaður í heyst.

Løgtingið samtykti 23. desember 2010, at lestrarstudningurin verður inntøkujavnaður frá skúlaársbyrjan 2011/2012. Lógin er tó orðað soleiðis, at lestrarstudningurin verður fyrstu ferð inntøkujavnaður í sambandi við oktober-útgjaldið síðst í oktober 2011.

Tað er bert vanligi mánaðarligi studningurin til livikostnað, ið verður inntøkujavnaður. Talan er um tær kr. 3.737 (hægri studningurin / barnsburðarfarloyvisstudningurin) og kr. 1.800 (lægri studningurin). Ískoytisstudningarnir “barnastudningurin” (kr. 750) og “studningurin til einsamallar uppihaldarar” (kr. 1.500) verða ikki inntøkujavnaðir. Heldur ikki verða “bókastudningurin”, “vistarhaldsstudningurin” og lán frá Studna ávirkað av inntøkujavningini.

At lestrarstudningurin til livikostnað verður inntøkujavnaður merkir, at inntøkan hjá tí lesandi kann hava ávirkan á studningsupphæddina. Er inntøkan ov høg, lækkar studningurin til livikostnað. Tann lesandi kann tó hava eina miðal inntøku heilt upp til kr. 10.000 um mánaðin, uttan at verða raktur av inntøkujavningini. Í lógini stendur: “Studningurin ....verður inntøkujavnaður soleiðis: Fyri hvørjar kr. 1.000, sum mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan í mesta lagi síðstu 12 mánaðirnar fer upp um kr. 10.000, verður mánaðarligi studningurin ...... lækkaður við 10%.”

Hetta merkir, at er mánaðarliga miðal útgoldna A-inntøkan:

kr. 10.000 ella lægri, fæst fullur studningur: kr. 3.737

omanfyri kr. 10.000, men kr. 11.000 ella lægri, verður studningurin kr. 3.363 (- 10 %)

omanfyri kr. 11.000, men kr. 12.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.990 (- 20 %)

omanfyri kr. 12.000, men kr. 13.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.616 (- 30 %)

omanfyri kr. 13.000, men kr. 14.000 ella lægri, verður studningurin kr. 2.242 (- 40 %)

omanfyri kr. 14.000, men kr. 15.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.869 (- 50 %)

omanfyri kr. 15.000, men kr. 16.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.495 (- 60 %)

omanfyri kr. 16.000, men kr. 17.000 ella lægri, verður studningurin kr. 1.121 (- 70 %)

omanfyri kr. 17.000, men kr. 18.000 ella lægri, verður studningurin kr. 747 (- 80 %)

omanfyri kr. 18.000, men kr. 19.000 ella lægri, verður studningurin kr. 374 (- 90 %)

omanfyri kr. 19.000 fæst eingin studningur

Fyri tey, ið fáa lægra studningin eru upphæddirnar lutfalsliga lægri.

Í lógini stendur eisini: “Inntøkujavnað verður ikki í mun til A-inntøku, ið er útgoldin innan lestrarbyrjan og fyrsta heila mánaðin eftir, at útbúgvingin er byrjað.” Hetta merkir, at tað sum lesandi hava forvunnið, áðrenn tey byrja útbúgvingina, ikki skal inntøkujavnast.

Samanumtikið kann sigast, at lestrarstudningurin verður fyrstu ferð inntøkujavnaður í sambandi við oktober-útgjaldið síðst í oktober 2011. Í oktober verður oktoberlønin býtt við 1, í november verður oktober- + novemberlønin býtt við 2, í desember verður oktober- + november- + desemberlønin býtt við 3, o.s.fr. Í september 2012 verður lønin fyri tíðarskeiðið oktober 2011 – september 2012 býtt við 12, og síðani verður lønarinntøkan teir síðstu 12 mánaðirnar býtt við 12 til útbúgvingin er liðug. Fyri tey, ið byrja nýggja útbúgving á heysti 2012 verður útrokningargrundarlagið fyrst ein mánað og síðani 2 mánaðir o.s.fr., á sama hátt sum á heysti í 2011.

Til síðst kann nevnast, at tað ikki er eitt ókent fyribrygdi at inntøkujavna lestrarstudningin. Í øllum hinum Norðurlondunum verður studningurin inntøkujavnaður.

Hettar merkir fyri lesandi, at barsilspeningurin kann ávirka studningin.