Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
01. juli 2024

Studningur telur við í útrokningargrundarlagnum fyri nýútbúgvin

Frá 1. juli kann studningur frá Studna teljast við í útrokningargrundarlagið fyri nýútbúgvin, sum skulu í barsil. Henda broytingin er galdandi fyri tey, sum søkja um barsilspening frá 1. juli 2024. Skal studningur teljast við í útrokningargrundarlagi fyri tey, sum longu eru í barsilskipanini, mugu hesi senda fráboðan um tað saman við útbúgvingarprógvi. 

Í verandi løtu er kunngerðin, sum ásetir neyvari reglur um útrokningargrundarlagið, til hoyringar, og tí ber ikki til at siga heilt, júst hvussu studningurin kemur at telja við. Tá kunngerðin er lýst, verður kunnað um hetta.