Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon
12. januar 2021

Tíðin við barsilspeningi longd fýra vikur

1. januar varð tíðin við barsilspeningi longd fýra vikur hjá foreldrum at børnum, sum eru fødd 1. januar 2021 ella seinni. Vikurnar koma aftur at vikunum, sum foreldrini eiga til býtis.

Soleiðis eru broytingarnar

  • Foreldur at einburum fara úr 30 upp í 34 býtisvikur eftir føðidag.
  • Foreldur at fleirburum fara úr 34 upp í 38 býtisvikur eftir føðidag.
  • Foreldur at ov tíðliga føddum børnum fara úr 38 upp í 42 býtisvikur eftir føðidag.

Ongar broytingar eru gjørdar hjá ættleiðingarforeldrum.

Vikurnar verða sjálvvirkandi lagdar afturat hjá teimum, sum eiga tær

Hetta er tí, at tá ið føðidagurin hjá børnum teirra verður skrásettur, verða vikurnar skrásettar samstundis. Neyðugt er tí ikki at geva Barsilsskipanini fráboðan um longt farloyvi.

Tvær aðrar broytingar eru eisini gjørdar í lógini

Onnur er, at inngjaldið í Barsilsgrunnin er hækkað úr 0,71% upp í 0,86%.

Hin er, at nú skulu kærur um avgerðir, ið tiknar eru sambært barsilslógini, sendast til kærunevndina hjá Arbeiðsloysisskipanini og Barsilsskipanini.