Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Frítøka frá at rinda barsilsgjald

Ert tú lesandi ella lærlingur uttanlands og kemur heim at arbeiða í frítíðini, kanst tú søkja um at fáa endurgoldið barsilsgjaldið, ið tú rindar av teirri a-inntøku, sum tú tjenar, meðan tú ert her. Treytin er, at tú hevur fulla skattskyldu í Føroyum.

Hevur tú tað, send okkum so eitt bræv, har tú biður um frítøku. Upplýs p-tal, kontunummar, har barsilsgjaldið skal endurgjaldast inná, og hvussu leingi, tú verður í Føroyum.

Send til Barsilsskipanina á Mínboks ella við vanligum brævi til Barsilsskipanina, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Søk, áðrenn tú fært fyrstu lønina, tí gjaldið kann ikki strikast afturvirkandi.

Hevur tú ikki fulla skattskyldu í Føroyum?

So kanst tú søkja um at fáa tað. Treytin er, at tú áður hevur havt fastan bústað her í minst fýra ár og kanst vísa fram lestrarváttan frá lærustovninum.

Heinta umsóknarblað og les meira um fyrimunirnar við at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum á heimasíðuni hjá TAKS. Leinkið er undir snarslóðum.