Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Endamálið við Barsilsskipanini

Endamálið við Barsilsskipanini er at gera tað fíggjarliga møguligt hjá børnum og foreldrum at vera saman fyrstu tíðina í lívi barnsins. Skipanin varð stovnað í 2001 og er skipað við løgtingslóg um barsilsskipan og tilhoyrandi kunngerðum. 

Talan er um felags skipan hjá løntakarum og arbeiðsgevarum í Føroyum, og við nøkrum undantøkum skulu øll, sum eru millum 16 og 66 ár og hava fulla skattskyldu í Føroyum, lata til skipanina ein prosenpart av teirri a-inntøku, sum tey fáa ella rinda. Føroya løgting ásetir, hvussu stórur prosentparturin skal vera. Í løtuni er hann 0,86%. Tey, sum hava aðra inntøku enn a-inntøku, eitt nú sjálvstøðugt vinnurekandi, fáa barsilspening, um tey tekna trygging.

Gjaldsskyldig, undantiknar inntøkur, prosentpartur og tryggingar eru ásett í §§ 17, 18, 19 og 20 í barsilslógini.

Síggj barsilslógina og tilhoyrandi kunngerðir undir snarslóðum.