Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Soleiðis kærir tú eina avgerð hjá Barsilsskipanini

Tá ið Barsilsskipanin tekur avgerð í máli hjá tær, og tú heldur avgerðina vera skeiva, kanst tú kæra hana. Tað gert tú við at senda eitt bræv til Føroya Kærustovn. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at avgerðin er framkomin.

Send kæruna við vanligum brævi til:
Føroya Kærustovnur
undir Hornabakka
Postboks 45
110 Tórshavn

ella við teldubrævi til:
fks@fks.fo.

Fá meira at vita um, hvussu tú kærir

Sí snarslóðir: "Føroya Kærustovnur". 

Avgerðir, sum Føroya Kærustovnur hevur tikið

Avgerðir, sum Føroya Kærustovnur hevur tikið, kunnu lesast í avgerðasavninum hjá Føroya Kærustovni. Sí leinki undir snarslóðum.

Tað gongur ein løta at heinta. Tá ið tú kemur til síðuna, vel "Barsilsskipanarmál" í ovasta valglugga og trýst á "Leita". So sært tú allar avgerðir. Leitar tú eftir ávísari avgerð, fyll út fleiri valgluggar.