Viðgerð av persónsupplýsingum
Fyri at kunna halda lógarásettu skyldur sínar, má TAKS viðgera persónsupplýsingar hjá borgarum. Stovnurin skal í tí sambandi tryggja, at viðgerðin fylgir lógarinnar reglum.
Ein persónsupplýsing er ein og hvør upplýsing um ein persón. Eitt nú um navn, bústað, p-tal, fíggjarviðurskifti, familjuviðurskifti o.a. Upplýsingar um einstaklingsvirki og partaeigarar eru eisini at rokna sum persónsupplýsingar.
At viðgera eina persónsupplýsing er at handfara hana á einhvønn hátt. Til dømis at innsavna, skráseta, lesa, goyma, víðarigeva, samanbera ella strika hana. Hvørt einstakt lið er ein viðgerð.
TAKS er dátuábyrgdari
Tað merkir, at TAKS stendur til svars fyri, at persónsupplýsingar, sum stovnurin hevur um hendi, verða viðgjørdar sambært galdandi lóg. Tað er § 8, stk. 1, nr. 3 og 5, í dátuverndarlógini, eisini nevnd løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum. Finn hana undir snarslóðum her á síðuni.
Eftir somu lóg er TAKS eisini dátuábyrgdari av persónsupplýsingum, sum stovnurin letur víðari til triðjapart, inntil tær eru í tryggari varðveitslu hjá triðjapartinum. Síðan er hann dátuábyrgdari.
TAKS er tó altíð dátuábyrgdari av persónsupplýsingum, sum verða víðarigivnar til dátufyritøkur at viðgera vegna stovnin.
TAKS fær persónsupplýsingar tríggja staðni frá.
- Frá tær, tá ið tú letur inn umsókn um barsilspening ella hevur annað samskifti við okkum.
- Frá heilsuverkinum.
- Frá myndugleikum og virkjum, eitt nú lønarupplýsingar frá arbeiðsgevara tínum.
Upplýsingarnar verða brúktar til at útinna tær uppgávur, sum lógin áleggur TAKS at útinna: í hesum føri at rokna og rinda út barsil.
TAKS letur neyðugar persónsupplýsingar víðari til hesar triðjapartar:
- dátufyritøkur til at viðgera vegna TAKS, eitt nú Pf. Elektron og Pf. Formula,
- almennar føroyskar myndugleikar til teirra endamál, eitt nú ALS og Gjaldstovuni,
- útlendskar skattamyndugleikar, ið skulu hava tær sambært reglum um altjóða samstarv.
TAKS goymir upplýsingarnar so leingi, tær kunnu brúkast til at útinna uppgávur stovnsins. Eftir tað verða tær latnar skjalasavninum sambært løgtingslóg um skjalasøvn.
Við løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum hevur tú niðanfyristandandi rættindi í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum.
Vilt tú brúka rættindi tíni, set teg í samband við kundatænastu okkara. Ring 35 26 00, maila til taks@taks.fo ella send bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú kanst eisini koma inn á gólvið. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 15.
Gev gætur, at rættindi tíni eru ikki treytaleys og valdast altíð ítøkiliga málið.
Rættindi til innlit
Tú hevur sum útgangsstøði rætt til innlit í viðgerð hjá TAKS av persónsupplýsingum um teg. Tað merkir, at tú hevur rætt til at fáa staðfest, um persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar, og tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í onnur viðurskifti kring upplýsingarnar, til dømis hvussu leingi tær verða varðveittar, og hvønn tær verða víðarigivnar til.
Rættindi til rætting
Tú hevur rætt til at fáa eina og hvørja skeiva upplýsing um teg rættaða.
Rættindi til kunning
TAKS hevur skyldu til at geva tær kunning, tá ið stovnurin viðger persónsupplýsingar um teg. Tú hevur til dømis rætt til at fáa upplýst endamál og lógarheimild fyri viðgerðini. Er órímiliga torført hjá TAKS at halda hesa skyldu yvir fyri hvørjum einstøkum persóni, skal kunningin gevast á annan alment atkomiligan hátt, eitt nú á skeltum og heimasíðu.
Viðhvørt geldur kunningarskyldan ikki. Tú kennir kanska longu upplýsingarnar, ella áhugamál tíni at fáa kunning um tær mugu víkja fyri øðrum privatum ella almennum áhugamálum.
Rættindi til mótmæli
Tú hevur rætt til at mótmæla eini annars lógligari viðgerð av persónsupplýsingum tínum, um tú hevur eina serliga orsøk til tað.
Rættindi til avmarkaða viðgerð
Tú hevur stundum rætt til at fáa viðgerðina av persónsupplýsingum tínum avmarkaða. Tá kann TAKS einans viðgera tær upplýsingar, sum avmarkingin rakar, um stovnurin til dømis hevur eitt samtykki frá tær, ella um ein annar persónur skal verjast. Varðveitslan av upplýsingunum kann tó ikki avmarkast.
Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00, maila til taks@taks.fo ella send eitt bræv til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú kanst eisini koma inn á gólvið. Avgreiðslutíðin er mánadag til hósdag millum 10 og 15.
Tú hevur eisini møguleikan at seta teg í samband við dátuverndarfólk okkara
Dátuverndarfólkið hevur løgfrøðiligt innlit á økinum. Tað sær til, at TAKS arbeiðir eftir reglunum, er kontaktpersónur hjá borgarunum í mun til viðgerð av persónsupplýsingum teirra og hjá Dátueftirlitinum um dátuvernd stovnsins sum heild. Dátuverndarfólkið verður eisini kallað DPO, sum er ensk stytting fyri data protection officer.
Skriva til dpo@taks.fo ella send eitt vanligt bræv til TAKS, Att.: Dátuverndarfólk, Postboks 2151, 110 Tórshavn.
Send trygt
Tá ið tú sendir eitt vanligt teldubræv, er tað ikki krypterað, og upplýsingar kunnu koma í hendurnar á óviðkomandi. Ein møguleiki er í staðin at senda ígjøgnum Mínboks, tí tá verður krypterað. Trygt er eisini at senda vanligt bræv.
Heldur tú, at TAKS hevur viðgjørt persónsupplýsingar um teg á skeivan hátt, og hevur tað ikki munað at tosa við okkum um tað, kanst tú kæra til Dátueftirlitið.
Á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum kanst tú lesa um, hvussu tú gert. Tú kanst eisini ringja ella skriva til teirra.
Dátueftirlitið
Postboks 300
110 Tórshavn
Telefon: 30 91 00
Teldupostadressa: dat@dat.fo
Heimasíða: www.dat.fo
Høvuðslógin í sambandi við viðgerð av persónsupplýsingum er løgtingslóg um vernd av persónsupplýsingum, eisini kallað dátuverndarlógin. Hon tryggjar rættindini hjá øllum borgarum á økinum, og hesi lóg arbeiðir TAKS eftir.
Heimildin hjá TAKS at viðgera persónsupplýsingar er vanliga at finna í dátuverndarlógini, § 8, stk. 1, nr. 3 og 5, og § 12, stk. 1, nr. 2.
TAKS arbeiðir eisini eftir øðrum lógum í teimum førum, har hesar áseta serligar reglur fyri viðgerð av persónsupplýsingum. Millum hesar lógir eru til dømis skattalógin, tolllógin, lóg um toll- og skattafyrisiting og løgtingslóg um yvirvøku við vakmyndatóli.