Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

At flyta til og úr Føroyum

Antin tú flytur til Føroya ella úr Føroyum, hevur tú nøkur rættindi til barsilspening í hesum sambandi, um tú lýkur treytirnar.

Um tú flytur til Føroya

Flytur tú til Føroya úr Norðurlandi, kanst tú søkja um barsilspening frá Barsilsskipanini beinanvegin. Tá skalt tú, áðrenn farloyvið byrjar, senda Barsilsskipanini avrit av lønarseðlum tínum, so at útgjaldið kann roknast út. Tú skalt eisini hava havt A-inntøku, sum barsilspeningurin kann roknast eftir. Studningur telur í hesum sambandi sum A-inntøka.

Fært tú dagpening ella annað gjald úr Norðurlandi fyri inntøkumiss og varðveitir útgjaldið í Føroyum, fært tú ikki barsilsgjald ímeðan. Váttan frá fráflytingarkommununi um, at tú ikki hevur rætt til pening frá teimum, skal sendast Barsilsskipanini.

Hevur tú havt A-inntøku úr Føroyum seinasta árið, áðrenn barsilsfarloyvið byrjar, kann henda inntøkan roknast upp í útgjaldið. Hon skal ikki skjalprógvast. Barsilsskipanin fær upplýsingar um hana frá TAKS.

Flytur tú til Føroya úr øðrum landi enn Norðurlandi, kanst tú ikki søkja um barsilspening frá Barsilsskipanini beinanvegin. Tá mást tú fyrst upptjena eitt grundarlag fyri at rokna barsilspeningin eftir.

Um tú flytur úr Føroyum

Flytur tú úr Føroyum í annað Norðurland, eftir at tú hevur fingið barsilspening játtaðan, kanst tú halda áfram við at fáa peningin við teimum treytum, ið guldu, tá ið peningurin varð játtaður.

Harumframt galda ávísar reglur, alt eftir hvagar tú flytur.

Til Danmarkar

Flytur tú til Danmarkar, skal barsilspeningurin skattast og gevast upp í Danmark. Tú skalt eisini vátta yvir fyri TAKS, at tú býrt og rindar skatt í Danmark. Tað gert tú við at fylla út oyðublaðið “Bopæls- og skatteforhold når der er dobbeltbeskatningsoverenskomst”. Send síðan til TAKS. Tú finnur oyðublaðið á heimasíðuni hjá Skat. Vit leinkja eisini til tað undir oyðubløðum her á síðuni.

Í annað Norðurland enn Danmark

Flytur tú í annað Norðurland enn Danmark, skal barsilspeningurin skattast í Føroyum og gevast upp í bústaðarlandinum.

Út um Norðurlond

Flytur tú út um Norðurlond, missir tú rættin til barsilspeningin.

Hav í huga, at flyting kann ávirka skattingina av barsilspeningi afturvirkandi

Hav eisini í huga, at flytingin kann ávirka skattaprosentið.

Boða altíð Barsilsskipanini frá, um tú flytur uttanlands

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15. Tú kanst eisini senda boðini til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.