Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Føðifráboðan, hvat er tað?

Ein føðifráboðan er eitt skjal frá jarðamóðrini, sum sigur frá, nær tú hevur átt.

Barsilsskipanin hevur avtalað við jarðamøðurnar í Føroyum, at um mamman vil tað, senda tær Barsilsskipanini føðifráboðanina. Føðifráboðanin hevur stóra týdning, tí føðidagurin avger, nær eitt barsilsfarloyvi endar.

Søkir mamma um barsilspening fyri tíðarskeiðið eftir føðing, verður hetta tíðarskeið ásett eftir mettum barnsburði. Tá barnið er føtt, verður tíðarskeiðið broytt eftir hesum.

Verður føðifráboðan ikki latin inn, spyr Barsilsskipanin Landsfólkayvirlitið, nær barnið er føtt. Tí verður føðidagurin altíð skrásettur, hóast foreldur ikki hava upplýst hann.

Hevur mamma søkt um barsilspening og eigur uttanlands, skulu upplýsingar um føðing sendast skjótast gjørligt. Annars fær mamman bert rætt til barsilspening áðrenn barnsburð, ikki aftaná.

Hevur tú ein spurning?

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til barsil@taks.fo. Vit vegleiða fegin.