Fráboðanarskylda
Tú hevur skyldu til at geva Barsilsskipanini boð um allar broytingar, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Til dømis at tú hevur átt, um tú arbeiðir í farloyvistíðini, flytur í annað land o.s.fr.
Barsilsskipanin kann krevja útgoldnan barsilspening aftur, um tú hevur givið skeivar ella ongar upplýsingar um umstøður, sum hava týdning fyri útgjaldið.