Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Kann eg vera heima í 1 ár við barsilspeningi?

Nei, ikki undir vanligum umstøðum.

Er barnið føtt 1. januar 2021 ella seinni, kunnu einburaforeldur vera heima hjá barninum í 52 vikur til samans við barsilspeningi. Harav eru 4 til pápan (eftir 1. januar 2022, eisini sammóðurina), 14 til mammuna, og 34 eru til býtis. Er man stakur, eigur man allar vikurnar. Er talan um fleirburar, vaksa vikurnar við barsilspeningi upp í 56, og eigur man áðrenn viku 32, verða tær 60.

Ættleiðing

Er talan um ættleiðing, hava foreldur rætt til barsilspening í 52 vikur eftir móttøku. Tó kunna ikki meira enn 4 vikur verða nýttar samstundis.

Les meira undir snarslóðum: “Farloyvistíðin”.

Hevur tú ein spurning?

Ring til kundatænastu okkara á 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella skriva til barsil@taks.fo. Vit vegleiða fegin.