Nær skal eg søkja?
Tú kanst ikki søkja ov tíðliga, men umsóknin verður ikki viðgjørd, fyrr enn farloyvið byrjar. Vilt tú sleppa undan at bíða eftir barsilspeningi, skal umsóknin vera okkum í hendi í seinasta lagi hálvan í tí mánaði, sum farloyvið byrjar.
Ert tú í ALS, kanst tú tó ikki søkja fyrr enn beint áðrenn, barsilsfarloyvið byrjar. Hetta er tí, at ALS hevur ikki møguleika fyri at vátta umsóknina áðrenn hetta.
Síðsta freist at senda inn umsóknina er annars 1 ár eftir barnsburð. Er umsóknin ikki innlatin áðrenn hesa freist, missir tú rættin til barsilspening.
Les meira um umsóknina undir snarslóðum: “Soleiðis søkir tú”.