Skal nakað útfyllast fyri at fáa barsilspening?
Ja, fyri at fáa barsilspening skalt tú fylla út eina umsókn og senda okkum hana saman við tilhoyrandi skjølum.
Vanligir løntakarar fylla út “Umsókn um barsilspening, løntakari”.
Arbeiðsgevarar fylla út “Umsókn um barsilspening, arbeiðsgevari”.
Landsstovnar fylla út “Umsókn um barsilspening, arbeiðsgevari” og “Ískoyti til landsstovnar”.
Finn tína umsókn og vegleiðing undir snarslóðum: “Soleiðis søkir tú.”
Ert tú sjálvstøðugt vinnurekandi, B-løntakari ella FAS'ari, mást tú hava teknað trygging, áðrenn tú kanst søkja. Les meira um tað undir snarslóðum: "Trygging".