Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Soleiðis søkir tú

Sum pápi ella sammóðir søkir tú um barsilspening við at senda okkum eina umsókn pr. arbeiðsgevara, sum tú fert í barsil frá. Tú finnur umsóknina undir oyðubløðum her á síðuni. Hon eitur "Umsókn um barsilspening, løntakari." Fyll út og send til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Kunna teg um umsóknarviðurskifti niðanfyri. Les eisini undir snarslóðum: "Treytirnar fyri at fáa barsilspening".

Skjøl at lata inn saman við umsóknini

Gev gætur, at hóast tú uppfyllir fleiri av treytunum niðanfyri og skalt senda inn ymisk skjøl, so skalt tú bara senda eina umsókn pr. arbeiðsgevara, sum tú fert í barsil frá.

Eftir barnsburð
Send saman við umsóknini váttan um føðidag barnsins (føðifráboðan). Váttanin eitur "Fráboðan um barnsburð" og fæst á sjúkrahúsinum. Tað kann vera, at jarðarmóðirin sendi hana í samráði við mammuna, tá ið barnið bleiv føtt. Tá er ikki neyðugt at senda eina ferð afturat. Spyr jarðarmóðrina ella mammuna, um tú ivast.

Ættleiðing
Saman við umsóknini skalt tú leggja ættleiðingarváttan frá Ríkisumboðnum, sum vísir dagfestingina, tá ið barnið er ættleitt (móttøkudagfesting). Søkir tú um barsilspening fyri tíðina 4 vikur áðrenn móttøku, skalt tú skjalprógva dagfestingina, tá ið tú fórt eftir barninum. Hetta kann vera ein ferðaseðil.

B-løntakari
Legg lønarseðlar fyri seinastu 12 mánaðirnar áðrenn barsilsfarloyvið saman við umsóknini.

Umsóknarfreistin er 1 ár eftir barnsburð/komu barnsins

Er umsóknin ikki innlatin áðrenn hesa freist, missir tú rættin til barsilspening. Send tí sum skjótast. Umsóknin verður so viðgjørd, tá ið barsilsfarloyvið byrjar.

Ert tú í ALS, kanst tú tó ikki søkja fyrr enn beint áðrenn, barsilsfarloyvið byrjar. ALS kann ikki vátta umsóknina áðrenn hetta.

Um tú gloymir okkurt í umsóknini

Manglar okkurt í umsóknini, senda vit tær bræv um at rætta tað. Rættingarfreistin er 14 dagar frá tí, at brævið kemur fram. Frætta vit ikki frá tær áðrenn hesa freist, fellur umsóknin burtur.

Fráboðanarskylda

Tú hevur skyldu til at geva Barsilsskipanini boð um allar broytingar, sum kunnu hava týdning fyri útgjaldið. Til dømis um tú arbeiðir í farloyvistíðini, flytur í annað land, ikki kanst vera um barnið o.s.fr.

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15. Tú kanst eisini senda boðini til TAKS á Mínboks ella við vanligum brævi til TAKS, Smyrilsvegur 20, Postboks 2151, 110 Tórshavn.

Barsilsskipanin kann krevja útgoldnan barsilspening aftur, um tú hevur givið skeivar ella ongar upplýsingar um umstøður, sum hava týdning fyri útgjaldið.

Brúk fyri hjálp til at søkja?

Ring til kundatænastu okkara á telefon 35 26 00 mánadag til hósdag millum 10 og 15 ella send eitt teldubræv til barsil@taks.fo. Vit vegleiða fegin.