Avgreiðslutíð
Mánadag til hósdag frá 10 til 15
Telefon

Trygging til FAS'arar

Ert tú norðurlendingur og siglir við skipi, sum er skrásett í Føroya altjóða skipaskrá (FAS), mást tú tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í minst 1 ár áðrenn fyrsta útgjald.

Harumframt skalt tú:

  • hava a-inntøku til avmarkaða skattskyldu undir FAS-skipanini og
  • antin búgva í einum av hinum norðurlondunum og vera fevnd/ur av føroyskari lóggávu sambært norðurlendska sáttmálanum um sosiala trygd
  • ella búgva í Danmark ella Grønlandi og ikki hava rætt til barsilspening sambært danskari ella grønlandskari lóggávu.

Soleiðis teknar tú tryggingina
Fyll út umsóknarblaðið “Trygging av barsilspeningi, norðurlendingar ið arbeiða undir FAS-skipanini” og send til Barsilsskipanina á Mínboks ella við vanligum brævi til Barsilsskipanina, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú finnur umsóknarblaðið undir oyðubløðum her á síðuni.

Tryggingin kann teknast frá tí degi, tú ert farin at sigla við skipi, sum er skrásett í FAS. Tryggingin fær í fyrsta lagi gildi frá tí degi, umsóknin er framkomin.

Tryggingargjald
Tryggingargjaldið er 0,86% av a-inntøkuni, sum tú tjenar sum avmarkað skattskyldig/ur undir FAS-skipanini, eftir at tryggingin er teknað. Rokning verður send fyri hvørja lønarflyting.

Uppsøgn 
Tú kanst siga tryggingina upp við eini freist upp á ein mánað, galdandi frá tí fyrsta í mánaðinum eftir, at uppsøgnin er Barsilsskipanini í hendi.