Trygging til sjálvstøðugt vinnurekandi
Ert tí sjálvstøðugt vinnurekandi, mást tú tekna trygging fyri at fáa rætt til barsilspening. Tryggingin skal hava verið í gildi samanhangandi í eitt ár, áðrenn barsilsfarloyvið kann byrja.
Harumframt skalt tú:
- hava fastan bústað í Føroyum,
- hava inntøku frá persónligum arbeiði sum sjálvstøðugt vinnurekandi í Føroyum, antin einsamøll/einsamallur ella saman við øðrum,
- hava sjálvstøðuga vinnuvirksemið sum høvuðsvinnu.
Soleiðis teknar tú tryggingina
Fyll út umsóknarblaðið “Trygging av barsilspeningi, sjálvstøðugt vinnurekandi” og send til Barsilsskipanina á Mínboks ella við vanligum brævi til Barsilsskipanina, Postboks 2151, 110 Tórshavn. Tú finnur umsóknarblaðið undir oyðubløðum her á síðuni.
Tryggingin kann teknast frá tí degi, tú byrjar sum sjálvstøðugt vinnurekandi. Tryggingin fær í fyrsta lagi gildi frá tí degi, umsóknin er framkomin.
Tryggingargjald
Tryggingargjaldið er 3.000 kr. um árið og verður goldið til TAKS, sum umsitur gjaldið vegna Barsilsskipanina. Rokning verður send saman við brævinum um, at tryggingin er játtað.
Kemur tryggingin ikki í gildi við ársbyrjan, minkar tryggingargjaldið fyrsta árið samsvarandi, so at tú bert rindar fyri teir dagar, tryggingin er galdandi.
Uppsøgn
Tú kanst siga tryggingina upp við eini freist upp á ein mánað, galdandi frá tí fyrsta í mánaðinum eftir, at uppsøgnin er Barsilsskipanini í hendi.